Gluggin

  • af
  • Aldersgrænse:
  • Publiceret: 16 feb. 2014
  • Opdateret: 16 feb. 2014
  • Status: Igang
English/engelsk/enskt: "This is a faroese story that i made for a contest." Danish/dansk/danskt: "Dette er en færøsk historie jeg har lavet til en konkurence." Faroese/færøsk/føroyskt: "Hettar er ein føroysk søga sum eg havi gjørt til eina skrivikapping."

0Likes
0Kommentarer
141Visninger

1. drongurin

Eg hyggji út gjørnum gluggan. Onki nýtt er at síggja, bert tað sama sum var dagin fyri. Alt er so keðiligt, ongantíð nøkur broyting. Hvønn dag tað sama, ummaftur og ummaftur. Mítt lív er sum ein keðiligur gráður filmur. Regni oysur niður á tíð køldu gøtuna. Eg vamlist. Hví kann einki nýtt henda?

Dagin eftir siti eg aftur her og eygleiði gøtuna í er full av vanligum fólkum. Eg suffi tungliga, men í tí at eg suffi, gangur ein drongur fram við gøtuna. Eg blívi bilsin. Hann er serstakliga vakur, kanska alt ov vakur. Hann skilur seg burtur úr fólkamongdini. Hansara vakra ljósa húð hevur ikki so mikið sum eitt tað einasta merkið. Hansara bláau eygu eru so blá sum summar himmalin, og hansara lýtaleysa kava hvíta hár rennur sum ein á eftir høvdi hansara. Hann er óvanligur, men eg vil vita meiri um hann. Eg renni út á gøtuna fyri at finna hann, men hann er horvin. Eg bannist fyri meg sjálva og fari inn aftur.

Klokkan er trý um náttina, men eg fáai ikki sovi. Eg hugsi allatíðina um drongin. Hvør var hann? Eg undrist hvussu hár hansara kundi vera so hvítt, og enn síggja út sum tað ikki var litað, men sjálvandi var tað litað, ikki so?. Eg undrist. Eygu míni leita seg runt um í kamari mínum sjálvt um tað er myrkt. Brádliga fella míni eygu á eitt høgt skap. Tað sær út sum ein persónur, sum hyggur at mær. Eg skundi mær at tendra mína borðlampu, men tá ið eg hyggji aftur er ongin har. Eg má hava sæð yvir meg.

Dagin eftir hyggji eg aftur út gjørnum gluggan, men í dag er tað fyri at finna hann. Fyri at finna drongin. Tað er enn tíðiliga so enn er myrkt. Køkurin speglast í vindeyganum so eg síggji illa út. Eg hyggji at mínari spegilsmynd í glasinum, men í tí eg skal venda mær við stendur hann aftanfyri meg. Hann speglast í glasinum, hann stendur aftanfyri meg. Eg síggji at hann hyggur at mær. Eg vendi mær við so skjótt eg kann, men har er ongin. Mítt hjarta bankar skjótt. Eg má slappa av, eg havi bara sæð yvir meg! Eg sløkki ljósið í køkinum og gangi upp gjørnum trappurnar. Eg komi til mína kamarshurð og fari inn. Songin brakar tá ið eg seti meg á hana. Eg taki í dýnuna og balli meg. Tveir tímar seinni vakni eg við at onkur bakar uppá hurðina. Eg skundi mær í klæðir og fari síðani niður gjørnum trappurnar og opni hurðina. Tað er beiggji mín. "Hey didda!" Hann smílist og rættur mær ein pakka. "Mamma bað meg geva tær hendan pakkan, eg fari akkurát yvir til Alex og eg skal ganga forbíð húsini hjá tær, so mamma bað meg bara taka hann við mær." Eg smílist og taki pakkan. "Takk fyri tað, ansa nú eftir tær!" Eg rópi eftir honum tá ið hann gongur yvir um vegin. Hann nikkar og smílist. Eg læti hurðina aftur og hyggji at pakkanum. Hvat man vera í honum? Eg seti meg við køksborði, og pakki pakkan upp. Í pakkanum er ein lykil. Einki annað enn ein óbrúkligur lykil. Eg snerki og koyri lykilin í lumman. Eg hyggji inn í køliskápi, eg mangli mjólk. Eg læti meg í ein jakka og fari síðani út.

Tá ið eg nærkist kioskini byrjar tað at regna, og eg renni yvir til hurðina og opni hana. Inni í kioskini er heitt og hugnaligt. Eg vindi hárið og vátir dropar drippa niður á flisarnar. Eg gangi síðani yvir ímóti kølihúsiðnum og taki ein mjólkapakka. Á veg ímóti kassanum er tað nakað ið fangar míni eygu. Drongurin sum eg hevði sæð á gøtuni og í vindeyganum stóð beint framman fyri mær. Eg seti mjólkapakkan frá mær og gangi beint ímóti honum. "Góðan dagin, eg eiti Ayleen." Eg rætti honum hondina. Hann smílist og tekur í hana. "Góðan dagin Ayleen, eg eiti Sebastian." Míni bein blíva næstan til gelé tá ið hann tosar. "Eg sá teg í gjár og eg fann teg áhugaverdan so eg royndi at finna teg, men tá eg kom út á gøtuna vart tú horvin." Orðini leypa úr munni mínum og eg rodni. "Heldur tú tað? Tað var stuttligt." Hann smíltist enn einaferð. "Er tað tí at eg havi hvítt hár?" spurdi hann eftir eina løtu. Eg standi bara sum eitt bítt og hyggji at honum. "Ja!" Brestir tað úr mær og øll sum eru inni í kioskini hyggja at mær. Hann birjar at flenna. "Skulla vit ikki fara út her frá árenn tú gert meiri bítt?" Hann tekur í mína hond og dregur meg út. Hann dregur meg longri og longri vekk frá kioskini. "Hvar fara vit?" Eg hyggji at honum eitt sindur bangin. "Tað finnur tú útav." Hann gangur skjótari. Hann gangur og gangur intil vit koma til tann gamla skógin. "Hvar er hann?" Hann hyggur at mær, hann smílist ikki longur. "Hvar er hvør?" Eg hyggji at honum sum eitt spurnartekin. Hann ilskast. "Lykilin! Hvar er hann?! Eg veit tú hevur hann!" Eg hvøkki við. Meinar hann við lykilin eg fekk frá mammu? Eg taki lykilin fram. "Meinar tú við hendan lykilin?" spyrji eg hann varusliga. Hann svarar ikki, men tekur bara lykilin og gangur longri inn í skógin. "Hvar fert tú?! Bíða!" Eg rópi at honum, men hann letist sum um hann ikki hoyrur meg. Eg renni fram til hann og fylgji honum. Hann gangur í hvat virkar sum ein evigheit, men steggar so framman fyri einum træði. Hann letur fingrarnar glíða eftir træðnum. Tað sær út sum hann leitar eftir onkrum. Hann finnur eitt hol og stingur síðani lykilin í tað. Eygu míni blíva so stór sum te koppar tá ið ein hurð opnar seg í træði. Hann støkkur inn, men árenn hann ferð heilt inn hyggur hann at mær smílandi. "Kemur tú við?" Hann rættur mær hondina. Eg risti við høvdinum. "Eg kann ikki, mamma mín verur bangin um meg um eg eri vekk ov leingi." Hann flennur. "Tey nítur tær ikki at hugsað um, tey eru longu farin til Alania." Eg hyggji at honum. "Alania?" Hann ferð úr træðinum og kemur nærri at mær. "Ja, Alania. Tað er eitt "ævintýr" land sum tit høvdu kalla tað. Tað er har eg komi frá, eg kom til tykkara verð fyri at taka teg og tína familju heim til Alania." Hann smílist. "Hvat tosar tú um? Eg eri ikki frá Alania! Eg eri bert ein vanlig genta." Hann tekur mína hond. "Nei, ikki ert tú bara ein genta. Tú ert prinsessan yvir Alania og eg eri tín tænari, hesum hevur móður tín ikki fortalt tær gangi eg út frá, men hon er drotningin." Eg fáai ikki tosa meiri. Eg havi aldri í mínum lívið havt so nógvar følilsir á somu tíð. "Vil tað so siga at eg eigi Alania?" Hann slær meg lættliga í høvdi. "Ja, sjálvandi!" Hann dregur meg til ingongdina. "Kom við mær heim, heim til Alania." Hann stígur inn í træði og hyggur at mær. Hann bíðar eftir einum svari. "Alt í lagi, so komi eg við." Eg seti fótin inn í træði og hoppi. Eg hoyri hurðina fara aftur aftanfyri meg, men framman fyri meg er eitt tað vakrasta landi eg havi sæð. Alt er grønt og fylt við blómun í allar ælabogans farvum. "Vælkomin heim, prinsessa Ayleen." sigur Sebastian og bukkar. Eg hyggji niður at mær sjálvari og síggji at eg eri í einum síðum bláaum kjóla við ein kappa. Eg nerti við høvdi á mær og føli eina tiaru. "Didda!" Beiggji mín rennur ímóti mær og klemmar meg. "Vælkomin til Alania!" sigur hann ovurfegin at síggja meg. "Hvar er mamma?" spyrji eg hann tá ið hann sleppur meg. "Hon er á slottinum saman við pápa." Hann smílist og hyggur at Sebastian. "So tú fanst diddu? Góða eydnu at blíva prinsur, hon er sera kræsin tá ið tað kemur til dreingir." Sebastian rodnar og flennur. "Tað verur lætt! Eg og tú blíva hálvbeiggjar um onga tíð!" Sebastian gálvar at beiggja mínum. Eg standi og stari at honum. "Hvat er tað tit siga?! Eg giftist við tann eg vil!" sigi eg strangliga. Teir bágir flenna. "Tað verur so eg." sigur Sebastian og tekur mína hond. "Kom so fara vit øll niðan á slotti." Sebastian dregur meg áftaná sær og eg kann ikki halda mær í at smílast. Hettar verur eitt gott ævintýr.

Vær en del af Movellas nuFind ud a, hvad det er alle snakker om. Tilmeld dig nu og del din kreativitet og det, du brænder for
Loading ...